Hvat er 4G LTE?

4G LTE er skjótt fartelefonnet og gevur eina ferð, ið er meira enn 10 ferðir so skjót, sum ferðin á 3G. Hetta merkir, at tá tú brúkar data á snildfonini, ert tú á internetinum við flúgvandi ferð og kanst heinta appir, filmar og annað niður á snildtelefonina upp á fá sekund.

Hvør kann fáa 4G LTE?

Øll kunnu fáa 4G LTE, men tað kann væl vera, at tær tørvar eina snildfon og eitt SIM-kort, ið stuðla 4G LTE. Harumframt mást tú vera í einum øki, har 4G er tøkt. Kanna her, um tú ert til reiðar til 4G LTE.

Má eg skifta SIM-kort fyri at fáa 4G LTE?

Fyri at fáa ágóðan av 4G LTE mást tú hava eitt SIM-kort, ið stuðlar 4G LTE. Ein tummilsregla er, at eitt SIM-kort stuðlar 4G LTE, um tað er frá 2014 og til nú. Her kanst tú kanna, um títt SIM-kort er til reiðar til 4G LTE.

Noyðist eg at keypa eina nýggja snildfon?

Kanska. Tað veldst um, nær tín gamla snildfon er frá. Tær allarnýggjastu hjá m.a. Apple, Samsung, HTC og Sony stuðla allar 4G LTE. Her sært tú eitt yvirlit yvir snildfonir, ið stuðla 4G LTE.

Hvussu fái eg 4G LTE?

Ert tú kundi hjá ver og Føroya Tele, kanst tú fáa 4G LTE. Tú mást bara syrgja fyri, at tú ert til reiðar til 4G LTE við at kanna títt SIM-kort og tína fartelefon, og harumframt mást tú seta tína snildfon upp til 4G LTE. Her kanst tú kanna títt SIM-kort og tína telefon, og her kanst tú lesa, hvussu tú setur 4G LTE upp á eini iPhone.

Hvussu uppseti eg 4G LTE á míni iPhone?

Tá tú hevur kannað, um títt SIM-kort og tín snildfon stuðla 4G LTE, so mást tú seta tína snildfon upp til 4G LTE. Gev gætur, at LTE á eini iPhone er 4G. Fylg vegleiðingini her.

Hvat er munurin á 4G og LTE?

4G og LTE er eitt og sama ting. Tvey heiti, ið bæði standa fyri somu nettøkni. LTE stendur fyri “Long Term Evolution” og er tað tekniska heitið fyri 4G. Apple-brúkarar uppliva millum annað, at 4G eitur LTE á teirra iPhone.

Hvussu síggi eg, nær eg eri á 4G LTE?

Tá tú fert úr einum øki við 3G og yvir í eitt øki við 4G LTE, so sært tú 4G ella LTE uppi í toppinum á tíni snildfon.

Hví eri eg bara á 3G, hóast mín fartelefon og mítt SIM-kort stuðla 4G LTE?

Orsøkin kann annaðhvørt vera, at tú ert í einum øki, har 4G LTE ikki er tøkt, ella at tín fartelefon ikki er sett upp til 4G LTE. Her er ein vegleiðing, hvussu tú setur tína iPhone upp til 4G LTE. Upplivir tú trupulleikar, kanst tú altíð ringja til supportina hjá Føroya Tele á tel. 902121.

Kostar 4G LTE eyka?

Ert tú frammanundan kundi hjá ver og Føroya Tele, kostar 4G LTE einki eyka í mun til 3G. 4G LTE fevnir um øll fast fartelefonhald frá ver og Føroya Tele.

Hvørja ferð kann eg vænta við 4G LTE?

4G LTE hevur eina teoretiska ferð upp til 260 Mbit í download, og skalt tú uppliva hægst møguligu ferð, mást tú hava eina Cat6-telefon. Tað eru snildfonir sum til dømis iPhone 6S, HTC M9 og Samsung Galaxy S6 Edge+. Aðrar snildfonir, ið ikki eru Cat6, hava eina avmarking á 150 Mbit. Teoretisk ferð merkir tann ferðin, sum sendistøðin sendir út í luftina. Hvørja ferð tú fært á fartelefonini, er ringt at siga neyvt, tí tað avhongur av, hvussu langt tú ert frá eini støð, hvussu nógv onnur brúka netið frá somu støð og hvørja fartelefon tú hevur.

Um eg ikki eri á einum øki, har 4G LTE er tøkt, hvørja ferð fái eg so?

Heimsflokkanetið hjá Føroya Tele tryggjar, at tú fært betri 2G og betri 3G, hóast tú ert á einum øki, har 4G LTE ikki er tøkt.

Hví er 3G framvegis týdningarmikið?

4G LTE gevur atgongd til datanýtslu á nýggja fartelefonnetinum, meðan 3G dekkar bæði data og talu. Tí er eitt álítandi og gott 3G framvegis týdningarmikið fyri heildarupplivingina. 3G tryggjar eitt gott skifti í ferðini, tá tú flytur teg millum 3G og 4G LTE dekning.

Hvat ávirkar mína ferð?

Tann reella ferðin, tú fært, kann vera ymisk frá einum staði til annað. Her eru fýra ting, ið kunnu ávirka tína ferð.

  • Talið á nýtarum, sum eru á samstundis og á somu antennu, hevur týdning fyri ta ferðina, tú kanst fáa.
  • Ert tú nær við eina antennu, fært tú høga ferð. Samsvarandi minkar ferðin, jú longur burtur tú ert.
  • Tú fært altíð betri dekning uttandura enn innandura. Fjøll, bygningar og annað kann tó ávirka signalið.
  • Tín útgerð hevur týdning. Fyri at fáa ágóðan av 4G LTE mást tú hava eina snildfon, ið stuðlar 4G LTE. Hevur tú ikki útgerð, ið stuðlar 4G LTE, fært tú 3G dekning ístaðinfyri.